Norðoyastevnan 2011 fer at verða eitt brak av einum tiltaki. Fleiri enn 12 tónleika nøvn fara at pumpa Klaksvík upp við tónleiki og hugna, siga fyrireikararnir í dag.
Tað verður ein dags skrá til børn og familjur og síðani ein kvøldar skrá til øll, sum dáma góðan tónleik og hugna.
Eitt nú so eru Italobrothers høvuðsnavnið leygarkvøldið 4. Juni og Grandmas Basement høvuðsnavn fríggjakvøldið 3. Juni.
Forsølan er byrja á www.ebillett.fo og Kunningarstovurnar um alt landið fara eisini at hava forsølu.
-Alt hetta í Kí Høllini á Norðoyastevnuni 2011, siga fyrireikararnir í dag.