Tað hevur verið av fagrasta veðri í dag í Sørvági, har countryfestivalur er á skránni.
Pláss var seinnapartin eisini fyri landskappingardysti í næstbestu deildini millum 07 Vágar og NSÍ, sum var topplið, meðan 07 Vestur var á triðja plássi.
NSÍ fór úr Sørvági við øllum stigunum. Teir gulu og svørtu vunnu 3-1 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki.
Tá ið ein hálvur tími var farin, setti Jannik M. Olsen hol á, og bara tríggjar minuttir seinni økti Martin Klein Joensen um munin til 2-0.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki svaraði heimaliðið aftur, tá ið Niels Mouritsen minkaði um munin til 2-1. So var tað heilt spennandi, men fýra minuttir undan leikloki staðfesti Andri Benjaminsen sigurin, so gestirnir vunnu 3-1.
Úrslitið ber við sær, at NSÍ framvegis er topplið. NSÍ hevur 31 stig fyri trettan dystir, meðan 07 Vestur er á triðja plássi við 25 stigum fyri tólv dystir.
Útsetti dysturin á Sandi millum B71 og 07 Vetur verður týskvøldið 18. juni.