Fótbóltur
Fyrsta mánaðin eftir kappingarlok í fótbóltinum plagar vanliga at vera nógvar søgur um flytingar av bæði leikarum og venjarum millum ymsu fótbóltsfeløgini, men í so máta tykist árið í ár vera eitt lítið undantak.
Tó so. Onkrar flytingar eru, og í einari av hesum hava runavíkingar tryggjað sær styrk til komandi kappingarári. Talan er um Alexander Jovovic, sum í fjør var partur av liðnum hjá Skála, har hann fyri tað mesta royndi seg á miðvøllinum.
Formaðurin í NSÍ, Jákup Mortensen, váttar, at nakað er um tosið, og hann tykist vera hampuliga fegin um, at felagið hevur styrkt hendan partin av liðnum.
- Vit vistu jú av, at Ian Højgaard flutti niður til Danmarkar eftir kappingina í fjør, og tí hava vit havt hug at styrkja um miðvøllin. Alexander vildi sjálvur sleppa at royna eina avbjóðing, sum var nærri oddinum, og hetta endaði so við, at hann nú verður partur av liðnum hjá okkum.
Júst kring NSÍ hava annars nógvar leysasøgur verið í heyst. Tað hevur ljóðað, at felagið nú av álvara hevur sett kikaran móti gullmerkjunum, og fleiri av teimum nøvnum, sum hoyra til avgjørda føroyska fótbóltsoddin, hava eisini verið sett í samband við felagið, men hesum avvísur Jákup Mortensen.
- Jú, jú. Hasar søgurnar hoyri eg eisini, og onkur av hasum leikarunum man vera seldur til okkum fleiri ár á rað skjótt. Men tað er í øllum førum ikki so, at vit liggja eftir fleiri nýggjum leikarum. Sjálvur haldi eg, at vit hava ein spennandi hóp at arbeiða við herinni, og tað vildi ikki verið rætta leiðin at gingið, um vit nú skulu keypa alt ov nógv fólk inn.