NSÍ er í trongum skóm

HB saknar fleiri lyklaspælarar

Tað eru bara nakrar fáar vikur síðani, at NSÍ taldist millum fremstu favorittarnar í kappingini um FM.

Í dag skal NSÍ spæla í Gundadali ímóti HB, og eftir trý tap á heimavølli er dagsskráin hjá NSÍ at halda tørn um triðja plássið, sum ber pláss í europeisku kappingini næsta summar við sær. Um tað ikki eydnast at vinna í Gundadali ídag, og um Víkingur vinnur ímóti KÍ, so verður tað javnt í stigum millum NSÍ og Víking.

Higartil í ár hava Pætur Hentze og Einar Tróndargjógv røkt vongverjaplássið í vinstru hjá NSÍ. Har verður neyðugt at seta nýggjan mann í dag. Einar Tróndargjógv er leikbannaður, og Pætur Hentze er langtíðarskaddur.

HB finalusigurin í kappingini um løgmanssteypið bar atgongumerki at spæla í Europa við sær. Møguleikin hjá HB at røkka heiðursmerkjum í landskappingini er mest sum burtur eftir tap á Eiði og javnleik ímóti B36.

Tróndur Jensen og Heðin H. Askham hava slitið krossbandið, og René Shaki Joensen er skaddur í lærkrikanum. Brynjar Hlöðversson er eisini plágaður av skaða í lærkrikanum. Tað er ikki vist, at skaðin fer at halda honum burtur frá at spæla ídag.