Meistararnir úr NSÍ eru á veg av Sandi og til hús við 2-0 sigri á B71. Sigurin ber við sær, at NSÍ nú er næstfremst - í hvussu so er til í annaðkvøld, tá ið B36 fer at spæla og til mikukvøldið, tá ið HB fer at spæla.
Johan Troest Davidsen legði beinanvegin NSÍ framum, og eftir ein tíma staðfesti Milan Pejcic 2-0 sigurin.
At B71 tapti, ber við sær, at sandoyingar framvegis eru aftastir og harvið álvarsliga hóttir av niðurflyting.