Tað liggur væl fyri hjá næstbesta liðnum hjá NSÍ. Í dag eydnaðist tað enn einaferð at fara av vøllinum við úrtøku. Eftir javnleik í fyrsta umfari ímóti KÍ vann NSÍ í dag fjórða sigurin á rað.
Í dag vóru fleiri av teimum, sum plaga at spæla á besta liðnum, á dómaraseðlinum hjá næstbesta NSÍ liðnum. Ein var Jann Benjaminsen og ein annar Øssur Dalbúð.
Á Víkinga liðnum var Philip Djordjevic, sum seinastu ferðirnar hevur sitið nógv á beinkinum hjá besta liðnum.
Øssur Dalbúð skoraði bæði NSÍ málini í fyrra hálvleiki. Tað fyrra, tá ið eitt stórt korter var farið og tað seinna, tá tið tað restaðu fimm minuttir av fyrra hálvleiki.
Víkingur minkaði um munin, tá ið seinni hálvleikur var fýra minuttir gamal, tá ið heimamenninir vóru so óhepnir at gera sjálvmál. Tað eydnaðist ikki heimaliðnum at skora fleiri mál, og harvið vann NSÍ 2-1.
Eftir fimm umfør hevur NSÍ trettan stig, og Víkingur hevur níggju stig.