Fult umfar er í næstbestu fótbóltsdeildini í dag. Longu klokkan 13 fór bólturin á rull í Fuglafirði, har NSÍ vitjar. Hinir fýra dystirnir eru klokkan 15.
NSÍ er topplið við tíggju stigum, og ÍF er aftast við ongum stigum. Hesi liðini hava longu einarferð fyrr í ár spælt landskappingardyst. Tað var 28. mars, tá ið NSÍ fór úr Fuglafirði við 7-1 sigri. Hetta var framskundaður dystur frá tíggjunda umfari, sum annars er ásett at vera 27. mai.
Tað eru trý feløg, sum kappast um tey bæði plássini, ið bera uppflyting við sær. Tey eru B68, Giza Hoyvík og AB. Felags fyri hesi trý er, at tey øll eru á heimavølli ídag:
B68, sum í tveimum teimum fyrstu umførunum vann fulla úrtøku og síðani tapti ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi, fær vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ, Giza Hoyvík, sum hevur vunnið ein, spælt ein javnan og tapt ein dyst, og HB spæla grannauppgerð í Gundadali, og AB, sum higartil hevur spælt tríggjar ferðir javnt, fær vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi.
ÍF-NSÍ: Bent Tommy Linklett kl. 13.00
B68-KÍ: Bjarki Danielsen kl. 15.00
Giza Hoyvík-HB: Súni Fríði Johannesen kl. 15.00
AB-Víkingur: Dagfinn Forná kl. 15.00
TB/FCS/Royn-B36: Lars Müller kl. 15.00










