Tað var einki at rafla um, tá ið NSÍ í kvøld hevði vitjan av grannunum av Skála.
NSÍ skoraði trý mál í fyrra hálvleiki, og so var eingin ivi um, hvør fór at vinna stigini.
Skála vísti í løtum fínt samanspæl og stórt hugflog, men tað eydnaðist ongantíð gestunum við Løkin at vinna seg í heilt upplagdar málmøguleikar, og so kostaði tað nógv, at verjuspælið ikki var so sannførandi.
NSÍ var ágangandi, og tað var væl meiri broddur í álopsspælinum hjá heimaliðnum.
Eftir framlegging úr høgru frá Bárði J. Hansen stýrdi Klæmint A. Olsen beinanvegin og við høvdinum bóltin í málið. So var 1-0, og eftir framlegging úr vinstru ØKTI Pól Jóhannus JustInussen um leiðsluna til 2-0.
Skála misti ikki mótið, men tá ið heimaliðið dygst undan steðginum økti um leiðsluna til 3-0 við brotssparki, sum Petur Knudsen tók sær av, kendist tað vera mest sum greitt, at øll stigini fóru at vera eftir við Løkin.
Tað var lívligt í seinna hálvleiki, tá ið tað vóru spentar støður í báðum endum, men intensiteturin var ikki heilt so stórur, tí tað var alt meiri greitt, at NSÍ skuldi tryggja sær øll stigini.
NSÍ er nú næstfremst við 25 stigum – eitt stig aftanfyri toppliðið KÍ. Skála hevur fimtan stig.
-Vit kunnu takka okkum sjálvum fyri, at tað gekk, sum tað gjørdi. Persónligu mistøkini vóru ov nógv, og tað var alt ov ofta, at mótstøðuliðið fekk høvi at leggja innfyri, og tað kostaði málini. Verjuspælið var ov óskipað í fyrra hálvleiki, og tað kostaði, sigur Skála liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen.
-Vit høvdu fyrireikað okkum væl, og vit spældu okkum til nógvar møguleikar. Vit kundu havt skorað fleiri mál enn tey trý, sum vit skoraðu í fyrra hálvleiki, men vit eru sjálvandi nøgdir við stigini og 3-0 sigurin. Tað er hugaligt, tí vit vita, at tað býr meiri í liðnum, enn vit higartil hava víst, og vit ætla at leggja meiri aftrat spælinum, sigur Klæmint A. Olsen.
NSÍ liðformaðurin skoraði fyrsta málið, hann var við í uppspælinum til tað næsta, og hann vann brotssparkið, sum bar 3-0 málið við sær.