FM SMÁDREINGIR
Sunnudagin varð endaliga greitt, at NSÍ ikki fer at vinna fyrsta meistaraskapin nakrantíð í bestu deildini í ár. Men í NSÍ halda teir kortini, at kappingarárið hevur verið væl eydnað.
Teir hava vunnið løgmanssteypið, og hóast tað kiksaði við FM heitinum í 1. deild, so eru teir ikki sørir á FM økinum í NSÍ. Í góðu líkindunum tíðliga seinnapartin leygardagin fingu smádreingirnir gullkrónur um hálsin og FM ferðasteypið.
NSÍ vann í síðsta dystinum á GÍ, og teir vóru knáir. Teir skiftu ofta út, og teir, sum komu á vøllin, stóðu einki aftanfyri teir, sum fóru av vøllinum.
Seinast NSÍ vann smádreingjadeildina var í 1991. Fleiri av teimum, sum tá vóru FM vinnarar, vóru við til at vinna fýra FM heiti í unglingadeildini miðskeiðis í níti árunum, og nú eru teir í 1. deild.
Smádreingirnir hjá NSÍ hava fyrr í summar og aftur leygardagin víst, at tað er meiri gull í teimum. Nógvir hava fínt fótbóltshegni og fótbóltsskil. Tí er einki at ivast í, at fleiri av nøvnunum, sum eru at síggja undir myndini av glaðu FM vinnarunum, aftur og aftur fara at verða at síggja og hoyra, og at teir um ikki so nógv ár verða við í kappingini um plássini á besta liðnum.
Ikki uttan orsøk
Tá spælararnir høvdu fingið gull og steyp, handaðu teir venjaranum Abraham Løkin blómutyssi, og teir takkaðu honum fyri arbeiði, sum hann hevði lagt í liðið í fleiri ár. So tók venjarin orðið, og hann vendi tøkkini ímóti dreingjunum, sum hann segði ikki vóru komnir sovandi til FM heitið.
Abraham hevur vant 1988 árgangin seinstu átta árini, og 1989 árgangurin hevur verið partur av liðnum annaðhvørt ár. Komandi ár verður 1988 árgangurin partur av dreingjaliðnum, og 1989 árgangurin fer saman við 1990 árganginum at arbeiða fyri at verja FM heitið, sum teir nú hava vunnið.
? Hetta er fyrstu ferð, at hesir dreingirnir vinna FM. Teir hava vunnið gull í nógvum innandura kappingum, og teir hava áður vunnið bronsu og silvur í landskappingini. Nú hevur støðuga og miðvísa arbeiðið borið gullið við sær. Dreingirnir møta til venjingar hvørja ferð, og tað er ikki bara tað. Ein hálvan tíma undan venjingini eru teir klárir at tørna til, og teir ganga inn fyri søkini við lív og sál. Tí er tað hugaligt, at teir nú hava fingið løn fyri stríðið, segði ein væl hýrdur og ikki sørt rørdur Abraham Løkin, áðrenn spælararnir, stuðlaðir av foreldrum og øðrum viðhaldsfólkum, lyftu venjaran upp í loft.
NSÍ smádreingjunum verður ynskt hjartaliga tillukku við FM heitinum.