Fyri fjórðu ferð í fimm ár kunnu unglingarnir í NSÍ rópa seg føroyameistarar. Hetta gjørdist greitt, tá teir hóskvøldið vunnu finalunu á Svangaskarði móti GÍ, sum á sama vølli í fjør vann finaluna móti HB.
Tað var spell, at umstøðurnar skuldu vera so vánaligar. Burtursæð frá einari løtu í 1. hálvleiki var mjørkin so mikið tjúkkur, at tað ikki sást úr øðrum endanum á vøllinum og í hin, og tað var sjálvandi harmuligt, tí áskoðararnir úr Gøtu og av eystara arminum á Skálafjørðinum vóru so mikið nógvir, at teir ofta ikki eru fleiri í 1. deildardystum.
Munur á stíli
Bæði liðini kendu væl sínar styrkir og sínar veikleikar. Tað sást í mátanum, sum tey spældu uppá. GÍ hevur ikki so stóra breidd, og tað var heilt týðuligt, at teir settu alla sína vón til og tískil sendu langar bóltar til Súna Olsen, sum í teimum báðu semifinalunum móti B36 hevði skorað øll seks málini.
Á NSÍ liðnum hava teir støri breidd, og við U-18 landsliðsmonnunum Brynjolvi Nielsen og Rúna Rasmussen á miðvøllinum royndu teir ofta at spæla millum sín. Jan Nónklett var ikki við, tí hann hevur brotið beinið. Christian Høgni Jacobsen hevur síðani mitt í summar gingið við brotnum beini, men nú var hann so mikið frægur, at teir í NSÍ hildu tað vera ráðiligt at hava hann við, og hóast evnagóði unglingin sjálvandi ikki er í fullgóðari dystarvenjing, so var hann styrkur í álopinum, har hann var við síðuna av Sonna Lamhauge Petersen.
Málini
NSÍ kom beinanvegin á odda. Innleggið kom úr vinstru, verjan blokeraði skotroynd, og bólturin komút frá aftur til Rúna Rasmussen, sum úr seytjan metrum royndi seg við fløtum skoti, ið fór millum vinir og fíggindar og í málið aftanfyri Hall Hansen, ið sá bóltin ov seint.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki javnaði GÍ. Langur bóltur varð sendur úr aftarlaga í høgru, Omar Pálsson snittaði víðari, Súni Olsen rann úr vinstru frá øllum og var tryggur, tá hann kom einsamallur móti Anfinni Thomsen, fyrrverandi 1. deildarmálverjanum hjá Sumba.
Og mitt í 2. hálvleiki legði GÍ seg framum, tá Súni Olsen umsetti brotsspark til mál. Rómurin var øgiligur millum gøtufólk, men hann vardi bara í tveir minuttir, so streyk Brynjolvur Nielsen ígjøgnum í vinstru, og Sonni L. Petersen var fyrstur á innlegginum.
NSÍ hevði yvirvág restina av tíðini, og tað var størri smeitur fyri GÍ, enntað var fyri NSÍ, tá Súni Olsen og Christian Høgni Jacobsen eftir samanstoyt og eitt sindur av ruðuleika báðir sóu reytt.
Í yvirtíðini hjá Eileri Rasmussen skoraði Sonni L. Petersen sigursmálið. Hann gjørdist púra leysur og sneiddi málverjan av, áðrenn hann trillaði bóltin í tóma málið. Gøtumenn vildu vera við, at talan var um rangstøðu, men tað helt dómarin ikki, og so var tað NSÍ, sum fekk steyp og gullkrónur frá Janusi Jensen, og Ítróttarsosialurin ynskir teimum hjartaliga tillukku.
B36 bíðar
Við finaluni millum tey bæði eysturoyarliðini má enn eina ferð staðfestast, at tað ikki er ein sjálvfylgja, at stóra fólkagrundarlagið í høvuðsstaðnum ber bestu úrslitini við sær.
HB hevur vunnið nógv FM heiti, men nú hava teir bíðað síðani 1994. Verri vorðið er tað hjá B36. Hóast teir ofta hava havt góð unglingalið, so hevur tað ikki skorist serliga væl, og veruleikin er, at teir hava ikki vunnið FM í unglingadeildini síðani 1973, tá Kjartan Mohr og aðrir góðir menn vóru bestu unglingarnir í Føroyum.









