##med2##
- Vit máttu vinna fyri at halda okkum inni í FM-stríðnum. Vit máttu eisini vinna fyri at halda okkum langt frammanfyri Víking í stríðnum um tað seinasta Europa League plássið. Vit dumpaðu á báðum økjum. Hetta staðfestir hjálparvenjarin hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen aftaná 0-2 tapið móti Víkingi við Løkin í dag.
Andreas Lava Olsen legði Víking á odda longu í øðrum minutti. Í 82. minutti staðfesti Filip Djordjevic sigurin hjá Víkingi.
- Vit spældu besta dystin í ár, staðfestir ein glaður landsliðsspælari hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar, ið fegnast um, at teir í Víkingu fingu tað eisini at vita frá áskoðarunum hjá Víkingi, og tað vermir hjartað hjá Sølva.