NSÍ: Borgarstjórin situr yvir

Stórsteypadysturin: NSÍ hevur allar mans tøkar, men Rógvi Egilstoft verður ikki við

Í dag klokkan 16 verður Stórsteypadysturin hjá monnum. Dysturin er millum HB og NSÍ og verður á Tórsvølli. NSÍ, sum vann silvurheiðursmerki í landskappingini í fjør, hevur allar mans tøkar til dystin.

Tó situr nýggi borgarstjórin á Eiði, Rógvi Egilstoft, yvir. Hann hevur ikki havt líka drúgvan uppstart sum hinir. Nýggir í troyggjuni hjá NSÍ eru Tróndur Jensen, sum skal spæla móti barndómsfelagnum, og donsku Jacob Trenskow og Mikkel Jakobsen. Eisini er Sjúrður Pauli Nielsen afturkomin eftir leigumál frá ÍF.

Frágongdin telur nakrar spælarar. Jann Benjaminsen er farin til Norra at royna seg sum yrkisspælara, Bárður J. Hansen er farin aftur til barndómsfelagið, Víking, Salmundur Bech er farin til FC Suðuroy og Jesper Christjansen er farin aftur til Danmarkar. Hartil er Steffan A. Løkin útleigaður til B68.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Byrjað verður at senda frá klokkan 15.45.