Fótbóltur
Leygardagin kom enn eitt gullheiðursmerki í fótbólti til Runavíkar – í hvussu so er næstan. OB í Odensen gjørdist danskur meistari í kappingini millum U-16 dreingir. Á liðnum var Viljolmur í Heiðunum Davidsen, sum er uppvaksin í NSÍ, og sum seinastu mánaðirnar hevur verið á fótbóltsskúla á Fyn.
Viljormur er verjuspælari. Tá ið U-17 landsliðið fyri stuttum luttók í EM undankapping, var hann fastur miðverji.
Leygardagin var OB í Esbjerg. Hetta var í triði síðsta umfari. Longu undan hesum umfarinum var greitt, at OB fór at verða meistari, um teimum eydnaðist at fara aftur um Lítlabelt við einum stigi. Tað megnaði OB so ruddiliga. Teir vunnu 4-0 ímóti Esbjerg, sum er nummar trý í hesi kappingini.
Leygardagin verður møguleiki í næstsíðsta umfari at síggja meistaraliðið í Ådalinum í Odense.