NSÍ - AB er av!

NSÍ - AB 3-0 (0-0)

45. min: Fyrri hálvleikur hevur verið ein vánaligur og lítið undirhaldandi dystur, har millum lítið og einki er at skriva heim um. NSÍ hevur havt nøkur hendingainnlegg, sum Aristide við annaðhvørt høvd ella fóti hevur vart fyri, meðan gestirnir AB ikki heldur ikki hevur verið serliga vandamikið.

56. min: NSÍ hevur lagt seg á odda! Klæmint Olsen fær fótin á eina miseydnaða skotroynd frá Christian Høgna Jacobsen og leggur soleiðis bóltin í málið hjá Tórði Thomsen, sum verjir AB-málið, men annars er uppvaksin í NSÍ.

73. min: NSÍ hevur sett seg á dystin nú, sum kortini á ongan hátt er serliga væl spældur. Onkran møguleika hava teir tó havt, millum annað bjargaði Tórður Thomsen eini roynd frá Klæminti Olsen júst nú, umframt at NSÍ eisini skuldi fingið meira burtur úr einum møguleika fyri løtu síðani, tá teir tveittu bóltin burtur í AB-brotsteiginum, meðan NSÍ hevði tríggjar mans inni í feltinum.

77. min: NSÍ er á sigurskós og hevur økt um leiðsluna. Málið var meinlíkt tí fyrsta, men við øðrum aktørum. Hesaferð var tað Einar Hansen, sum royndi seg við skoti, ið Heðin á Lakjuni rættar av inni í brotsteiginum og skorar til 2-0.

80. min: Tað er fult uppiborið, at heimaliðið nú førir við tveimum málum!

89. min: AB roynir at tveita langar bóltar niðan í álopið, men verjan hjá NSÍ stendur væl og gestirnir við Løkin tykjast ikki at hava lykilin, sum skal opna verjuna hjá NSÍ.

90. min: 3-0 til NSÍ! Nakað inn í yvirtíðina syrgir Christian Høgni Jacobsen fyri, at NSÍ vinnur trivaligan sigur. Mitt fyri á vøllin og við verjuleikara í rygginum fær áleyparin bóltin. Hann vendir sær, setir verjuleikaran av sær og einsamallur við málverjanum skorar landsliðsleikarin trygt til 3-0.

90. min: Liðugt! NSÍ vann botnbrakið við Løkin og er nú nummar níggju í deildini, meðan AB nú er aftast uttan nakran sigur og bara tveir javnleikir.

 

Liðini:

NSÍ: Andras Gango ? Jonhard Frederiksber, Jens Joensen, Johann Troest Davidsen, Einar Hansen ? Jann Martin Mortensen, Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Heðin á Lakjuni ? Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen.

AB:Tórður Thomsen ? Gunnar Haraldsen, Tehe Aristide, Mortan úr Hørg ? Fabrice Arnessan, Dion Splidt, Evrard Ble, Kenneth Jacobsen, Alex Mellemgaard ? Nikojal Eriksen, Stig-Roar Søbstad.

Dómari: Petur Reinert