- Eg ætli mær ikki at skriva meg í søgubøkurnar sum tann fyrsti, ið fer í verkfall fyri at fara niður í løn, sigur Anfinn Nielsen, mynstraður við Carlton. Eftir at hava verið raktur av mynstringarbanni valdi Anfinn Nielsen sjálvur at melda seg úr Fiskimannafelagnum fyri síðani at fara umborð aftur á Carlton.
Anfinn Nielsen, sum er mynstraður sum kokkur við Carlton, varð noyddur í land í eini trætu, sum fyri hansara viðkomandi hevði merkt, at fekk Fiskimannafelagið sín vilja, so skuldi hann niður í løn.
FF vil hava manningina við Carlton at vera lønt eftir sáttmálanum fyri ídnaðarskip, har býtisprosentið til manningina er 27. Í dag fær manningin við Carlton 23,24 prosent í hýru. Hóast býtisprosentið hevði verið hægri, so gevur ídnaðarsáttmálin kokkinum ein part, meðan Anfinn Nielsen eftir galdandi sáttmála fyri Carlton fær ein og ein fjórðings manningarpart.
Hann heldur sítt nú fyrrverandi fakfelag, Fiskimannafelagið, hava svíkt seg í hesi drúgvu trætu
Hoyr samrøðu við Anfinn Nielsen í tíðindunum á Rás2 klokkan 12.










