Noyddu egna dóttur at eta djóralort

Danska løgreglan hevur skuldsett eina 36 ára gamla kvinnu og ein 40 ára gamlan mann í býnum Brønderslev fyri umfatandi misirøkt av teirra 20 ára gomlu dóttur, sum hevur minni menningartarn. Harafturat verða foreldrini skuldsett fyri umfatandi ágang ímóti hinum átta børnunum, sum tey eiga.

Í ákæruritinum, sum statsadvokaturin er farin undir at skriva, verða foreldrini skuldsett fyri millum annað at hava noytt gentuna at eta djóralort. Tey verða eisini skuldsett fyri at hava sparkað gentuna og fyri kynsligt samband við djór. Herumframt verða tey skuldsett fyri at hava noytt gentuna til at grava sína egnu grøv.

Pápin verður skuldsettur fyri at hava neyðtikið gentuna, og hann verður eisini skuldsettur fyri at hava roynt at noyða gentuna at hava kynsliga samveru við hinum børnunum. Harafturat eru pápin og mannan skuldsett fyri at hava noytt eitt av børnunum at eta kókandi heita suppu.

Málið um ágangin ímóti børnunum í Brønderslev kom fram fyri einum ári síðani, tá tann elsta gentan fór til løgregluna og meldaði foreldrini.