Noyddist skaddur úr finaludystinum

Bjarni Hammer, sum í fleiri ár hevur gjørt um seg í kick-boxing kappingum, tók um vikuskiftið lut í opnu norðurlendsku kappingini í sonevndari full-contact.
Kappingin varð hildin í Keypmannahavn, og hjá Bjarna gekst væl. Hann tók lut í tungvekt-bólkinum, og her eydnaðist honum at vinna seg fram til finaluna.
At síggja til hevði hann eisini yvirvág í hesari, men í næsta umfarinum fekk Bjarni skaða í økslina, og eftir at hava ráðført seg við dómara og stevnulækna mátti føroyski luttakarin at enda ásanna, at her gjørdist einki. Sjávlandi eitt sindur keðiligt, at hann soleiðis noyddist at gevast, men eitt silvurmerki í kapping við sterkastu norðurlendsku íðkararnar, er heldur ikki heilt av leið.