Noyddist frá eftir ákæru um svik

Leiðarin hjá republikanarunum í amerikonsku Kongressini, Tom DeLay, er ákærdur fyri svik.

Ákæran kemur republikanska flokkinum sera illa við, tí Tom DeLay er ikki tann einasti republikanski topppolitikarin, sum er settur í samband við svik. Herfyri kunngjørdi løgreglan, at hon er í ferð við at kanna, um republikanski formaðurin í Senatinum, Bill Frost, breyt lógina um innanhýsis vitan, tá hann seldi partabrøv í einari fyritøku, sum hann er medeigari í.

Tom DeLay hevur sagt seg úr formansstarvinum í Umboðsmannatinginum og Kongressini. Løgreglan vil vera við, at hann hevur svikað við pengum, sum hann fekk til tað seinasta valstríðið, og verður hann funnin sekur, kann hann fáa upp í tvey ára fongsul.

Sjálvur heldur Tom DeLay uppá, at hann er ósekur. Hann sigur við CNN, at talan er um politiskan ágang frá ákæranum í Texas, Ronnie Earle, sum er demokratur.

-Hetta er bara enn eitt dømi um, hvussu Ronnie Earle misbrúkar sítt starv sum ákæri, sigur Tom DeLay.