Noyddist frá

Svøríki hevur fingið nýggjan uttanríkisráðharra. Í morgun kunngjørdi Göran Persson, forsætisráðharri, at Laila Freiwalds hevði gjørt av at leggja frá sær, og at Bosse Ringholm tekur við eftir hana. Hann var varaforsætisráðharri.

Laila Freiwalds var fyri hvøssum atfinningum aftan á flóðalduvanlukkuna í Suðurasia, tí flestu sviar vildu vera við, at uttanríkisráðið hevði handfarið vanlukkuna stak illa. Herfyri kom hon aftur í eldin orsakað av tekningunum av Muhammed profeti, so nú fleyt bikarið yvir.

Sjálv sigur Laila Freiwalds, at fjølmiðlarnir hava gjørt meiri burtur úr hennara persóni heldur enn teimum veruligu viðurskiftunum.