Noyddist at neyðlenda tí flogskiparin doyði

Manningin gjørdi av at neyðlenda og royna at fáa lív í aftur flogskiparan, men hann var deyður, áðrenn flogfarið lendi.

Eitt flogfar hjá Turkish Airlines, sum var á veg úr Seattle í USA til Istanbul í Turkalandi, noyddist at neyðlenda í New York, tí flogskiparin doyði í flogfarinum.

 

59 ára gamli flogskiparin misti vitið, eftir at flogfarið fór á flog í Seattle týskvøldið, sigur talsfólk hjá Turkish Airlines, Yahya Üstün.

 

Manningin gjørdi av at neyðlenda og royna at fáa lív í aftur flogskiparan, men hann var deyður, áðrenn flogfarið lendi.

 

Talsfólkið sigur, at hond varð tikin um ferðafólkini, sum seinni sluppu víðari til høvuðsstaðin í Turkalandi, Istanbul.

 

Flogskiparin hevði arbeitt fyri flogfelagið síðan 2007 og hevði verið til heilsukanning í mars í ár, og her var einki, sum segði, at hann ikki kundi flúgva.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í dag frá fleiri útlendskum miðlum.