Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sigur, at vesturheimurin noyðist at fyrireika seg til at stuðla Ukraina yvir eina longri tíð, nú russiski forsetin, Vladimir Putin, eingi tekin vísir til, at hann fer at gevast við krígsførsluni í Ukraina í nærmastu framtíð.
- Ukrainsku herdeildirnar hava havt framgongd í fleiri mánaðir, men vit vita, at Russland savnar stór herlið, og vit síggja nú, at teir venja nógv nýggj herfólk, sigur Jens Stoltenberg við BBC.
Nato-aðalskrivarin vísir á, at hernaðarliga hjápin til Ukraina fer at tryggja, at landið yvirlivir sum sjálvstøðugt demokrati, eins og hetta at enda fer at noyða Russland til samráðingarborðið.
- Tað kann ljóða sum eitt paradoks, men hernaðarligi stuðuln til Ukraina er skjótasti vegurin til frið, segði Jens Stoltenberg í einari nýggjárssamrøðu við týsku tíðindastovuna, DPA.
Tað er neyðugt, segði Nato-aðalskrivarin, at Vladimir Putin verður sannførdur um, at tað ikki fer at eydnast honum at taka ræðið yvir Ukraina.











