Eins og spælararnir, so stendur Jógvan Martin Olsen leygardagin fyri síni størstu uppgávu nakrantíð. Hóskvøldið spurdu vit landsliðsvenjaran, hvussu hann á nakran hátt kann fyrireika seg og liðið til setningin, har heimsmeistararnir standa fyri framman.
- Tað er ein góður spurningur. Men eg haldi nú ikki, at tað ávirkar meg so øgiliga nógv øðrvísi, enn allir aðrir dystir. Onkursvegna er tað so, at spælararnir eru nógv meira konsentreraðir, og tú merkir týðiliga, at allir vilja sleppa inn á vøllin til handan dystin.
Ger tað kanska tína uppgávu lættari?
- Á ein hátt verður hon nógv lættari. Men samstundis ger tað tað nógv truplari, at einir tríggir spælarar skulu sáldast frá. Tí tað er eingin, sum fellur ígjøgnum undir venjingunum.
So tyngsta uppgávan verður kanska at siga nøkrum, at teir ikki skulu byrja inni?
- Ja, tí teir hava allir lagt nógv fyri og gjørt tað gott undir venjingunum.
Skulu tora
Sjálvandi hava føroysku spælararnir staðið fyri stórum uppgávum fyrr, og tí heldur Jógvan Martin, at hetta er enn eitt fet í so máta. Eins og spælararnir tá hava roynt seg móti øllum teimum bestu, sum eru í heiminum.
- Tað skuldi líka verið, um vit fingu Ongland í næsta lutakastinum.
- Men vanliga stúri eg ikki heilt so nógv fyri teimum heilt stóru fótbóltslondunum, sum eg geri fyri sonevndu millumtjóðunum. Ofta síggja vit, at liðið lyftur seg eyka nógv og faktiskt yvirpræsterar í slíkum dystum. Og tað vóni eg í øllum førum eisini verður støðan hesaferð.
Og tað verður kanska eisini neyðugt?
- Tað verður tað. Men samstundis sum vit helst skulu arbeiða enn harðari, enn vit vanliga gera, so verður tað serstakliga týdningarmikið, at vit eisini halda upp á bóltin. Tað trúgvi eg er lykilin til, at vit ikki koma undir óneyðuga nógv trýst. Vit skulu tora at spæla fótbólt. Eisini tá vit spæla móti Italia, eru boðini frá landsliðsvenjaranum.