Landsdystur
Milum tær, sum upprunaliga vórðu úttiknar til landslðið, var Annika Ljósstein úr Stjørnuni, men tá farið verður á vøllin friggjadagin, telist hon ikki millum leikararnar.
Orsøkin til hetta er ein skaði í fótliðinum, sum noyddi hana at geva avboð til dystin. Eitt avboð, sum Annika annars harmast um, tí sum støðan er nú, hevði hon kortini verið før fyri at spælt.
Harmast avboðið
Tá vit prátaðu við Anniku mikudagin, var hon sjálvandi kedd um, at hon soleiðis varð noydd at geva avboð.
- Tað er sjálvandi ikki stuttligt at sita uttanfyri, meðan restin av liðnum roynir seg á vøllinum. Serliga ikki, tá tað nú hevur víst seg, at eg kanska slettis ikki hevði veri noydd at givið avboð. Tað var tó soleiðis, at Sophus (Dal-Christiansen) mátti hava boð, um eg var klár ella ikki, og um tað mundi var tað ógvuliga ivasamt, um eg hevði verið klár, sigur Annika.
Ikki arbeiðsleys
Arbeiðsleys verður hon tó á ongan hátt fríggjadagin.
Stjørnan stendur fyri fyrireikingunum til dystin, og her er ovmikið at tríva í, sigur Annika.
- Onkur skal standa í kioskini, onnur skulu selja lutaseðlar, meðan tða sjálvandi eisini verður neyðugt við vaktum, so tað er einki at ivast í, at eg fari at hjálpa til onkustaðni, sigur hon.
Spurd, hvørjar vónir hon hevur til dystin sjálvan, tykist Annika at vera eitt sindur ivasom. Kanska ikki so løgið, nú hetta er fyrsta uppgávan hjá landsliðnum, so ilt er at siga, hvar man flýtur. Eftir at hava hugsað seg eitt sindur um, kemur tó eitt varligt svar frá henni.
- Eg hopi bara, at tað fer at eydnast okkara at fáa nakað av málum, samstundis sum tær svensku kvinnurnar ikki fáa alt ov nógv, sigur hon at enda.