LANDSFUNDUR
Í síni ársfrágreiðing ásannar felagsformaðurin, Jan Højgaard, at inntøkurnar hjá fiskimonnum verða minni í 2011, nú inntøkutrygdin frá at vera ein almenn skipan nú verður løgd út til vinnuna frá 1. januar 2011 at rokna.
At inntøkutrygdin er ein almenn skipan, sum hon hevur verið í so mong ár, verður nú søga.
Á landsfundinum týsdagin greiddi Jan Højgaard frá, at ein arbeiðsbólkur í hálvt annað ár hevur arbeitt við, at reiðarar og fiskimenn sjálvir taka á seg ábyrgdina at veita fiskimonnum eina inntøkutrygd.
- Hetta arbeiði hevur verið drúgt og hart. Nógvir kamelar eru svølgdir, ásannaði formaðurin.
Jan Højgaard ásannaði eisini, at inntøkutrygdin, soleiðis, sum vit hava kent hana gjøgnum øll hesi mongu ár, nú verður burtur.
Minkandi inntøkur
Felagsformaðurin segði, at øll feløgini í Samtaki hava heitt á løgtingið um at seta so mikið av í grunnin, sum er skipaður, at hann ikki verður tómur eftir stuttari tíð.
- Vit hava eisini gjørt vart við hetta í arbeiðsbólkinum, í viðmerkingum til uppskotið um trygdargrunn – og í vinnunevndini. Men tíverri er ikki líkt til, at hetta hevur havt stórvegis ávirkan.
Á landsfundinum staðfesti Jan Højgaard, at inntøkurnar hjá fiskimonnum verða
minni í 2011, nú ein partur av hýruni fer í trygdargrunnin.
- Hvussu nógv minni hýrurnar verða, veldst um býtisprosentið, og hvussu hýran annars verður, segði felagsformaðurin.