Novo Nordisk grunnurin setur 50 milliónir av móti koronasmittuni

Grunnurin handan Novo Nordisk hevur sett 50 milliónir krónur av til verkætlanir, ið hava til endamáls at byrgja upp fyri skaðiligum avleiðingum innan heilsuøkið orsakað av koronafarsóttini. Føroyskar verkætlanir eru eisini umfataðar av hesum

Grunnurin hevur í fyrstu syftu sett tilsaman 50 milliónir krónur av til verkætlanir úr Danmark, Føroyum og Grønlandi. Treytin fyri at søkja er, at arbeiðið við verkætlanunum er klárt at fara í gongd beinanvegin, og samstundis skulu tær vera av slíkum slag, at granskingarúrslitini skulu gerast atkomulig og kunna nýtast í líknandi støðum í framtíðini.

– Vit standa yvirfyri nøkrum sera álvarsomum heilsuligum avbjóðingum. Vit vóna, at vit við hesum átaki kunnu vera við at stuðla undir handfaringini av avleiðingunum av covid-19 fólki og samfelag at gagni,” sigur Lars Rebien Sørensen, nevndarformaður í Novo Nordisk grunninum.

Søkjast kann um stuðul innan hesi trý øki:

·       Vísindaligar verkætlanir, ið royna nýggjar viðgerðir, tøkni ella fyribyrgjandi átøk, sum í skjótari vending kann nýtast til at handfara tær avbjóðingar, sum heilsuverkið stendur í beint nú

·       Upplýsandi tiltøk, sum kunnu bøta um samskiftið við borgaran og vitanarfatanina av heilsuligu handfaringini av koronakreppuni.

·       Sosial tiltøk, ið taka atlit til serliga heilsuliga tørvin hjá teimum fólkum, sum eru eyka útsett orsakað av koronakreppuni.  

Meir fæst at vita um møguleikarnar á novonordiskfonden.dk



http://umsiting.in.fo/