Í novembur mánaði ferðaðust 14.974 fólk um flogvøllin, og tað er 19,4 prosent fleiri enn í sama mánaði í fjør. Hendan mánaðin hevur vøkstur verið á farleiðunum til Danmarkar, Íslands og Stórabretland, meðan afturgongd hevur verið á farleiðunum til Noregs. Nakað av frálandaferðslu hevur somuleiðis verið í novembur. Higartil í ár eru tilsamans 204.911 fólk farin og komin um flogvøllin. Hetta er 4,7% meiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 195.627. Higartil í ár eru tilsaman 5.159 flogfør komin og farin um flogvøllin í Vágum. Tað er 16,3% færri enn sama tíðarskeiði í fjør, sigur Vága Floghavn á heimasíðu síni.