Týskvøldið 8. November varð Dánjal Petur Hansen í Runavík eftirlýstur. Tá hevði hann ikki verið sæddur í fleiri dagar.
Sunleiv Højgaard, leiðari fyri Skálafjarðar Sløkkilið hvakk við, tá ið eftirlýsingin kom. Sum onnur á fjørðinum kendi hann Pidda væl.
Dagin eftir fór poliitið út at leita við hundum og vildi ikki hava fleiri fólk upp í leitingina, tí hetta kundi órógva arbeiðið hjá hundunum.
Men síðani hava nógv fólk verið við í leitingin eftir Pidda, tó uttan at leitingin hevur givið úrslit.
Sunleiv Højgaard sigur, at tað stóð ongantíð á at fáa fólk við at leita, tí fólk vildu fegin hjálpa.
- Tað komu øll møgulig fólk, og við var eisini ein prædikumaður, sum bað og legði leitingina í Harrans hendur, sigur Sunleiv Højgaard.
Hann frætti eisini frá onkrum, sum hevði droymt okkurt, og onkur hevði sæð fyri sær. Alt hetta varð eftirkannað, einki lopið um.
Tað er ikki júst hugaligt at leita eftir einum burturbeindum manni, men eingin hvepti seg við at luttaka.
- Nei, tað gjørdi eingin, tí longsulin eftir at leita og finna var nógv sterkari enn ræðslan, sigur Sunleiv Højgaard.
Ræðuligt
Sunleiv Højgaard heldur, at leitingin var væl skipað, tí leitingarfólkini vóru so fegin at kunna hjálpa.
- Men samstundis var tað ræðuligt at ganga og hugsa um, at ein maður sat varðhaldsfongslaður fyri at hava beint fyri manninum, sigur Sunleiv Højgaard.
Hann viðgongur, at hesir dagarnir hava verið ein tung tíð. Tað bar ikki til at hugsa um nakað annað.
- Í fyrstuni var torført at sova, tí eg hugsaði alla tíðina um, hvat vit ikki høvdu nátt. Men nú havi eg hvílt og til reiðar at taka eitt tak aftrat, sigur Sunleiv Højgaard, sum er ómetaliga takksamur fyri, tí hjálpsemi fólk bæði á Skálafjørðinum og aðrastaðni hava víst.
***
Vildu hava reyða kollvelting
Tað var lív í á føroyska vinstravonginum í sektsti, sjeyti og áttatiárunum. Fólk vóru virkin í kommunistiskum feløgum, tey mótmæltu og gjørdu átøk, skrivaðu bløð, hildu reyðar summarlegur, diskuteraðu stóru hugsjónirnar og tosaðu nógv um eina kollvelting í Føroyum.
- Tað er púra óskiljandi fyri mong, at tað hava verið kreftir í Føroyum, sum vildu kollvelta føroyska samfelagið. Summi fóru so langt, at hernaðarmegi ikki varð útilokað sum amboð til at røkka málinum um sosialistiska tjóðveldið Føroyar, sigur Páll Holm Johannesen, sum hevur skrivað bók um víðgongda vinstravongin undir kalda krígnum.
Nýggjur landsliðvenjari
Fótbóltssambandið og Brian Kerr kunnu ikki semjast um treytirnar fyri einum nýggjum sáttmála millum partarnar. Tí skulu Føroyar hava nýggjan landsliðsvenjara í fótbólti, og valið fellir á danan Lars Olsen. Hann hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari, og hann er fegin um møguleikan í Føroyum.
- Eg havi givið mær far um, at tit hava somu dygdir sum eitt nú íslendingar, at menn stríðast fyri sakini og geva seg fult út hvørja ferð. Tað er ein stílur, mær dámar, at spælararnir eru til reiðar at kempa fyri sakini allan vegin ígjøgnum, sigur Lars Olsen.
Øll brøv til Havnar
Posta hevur latið fleiri posthús aftur og skal spara meira enn so. Nýggjasta sparitiltakið er, at allur postur skal sorterast í Havn. Til nú er skipanin komin at virka fyri post úr Suðuroynni, Sandoynni og úr Vágum. Málið er, at skipanin skal fevna um alt landið, áðrenn árið er úti. Hetta merkir, at sendir ein suðuroyingur onkrum i Suðuroynni, fer brævið fyrst til Havnar og so suðuraftur.
- Hetta er ein miðsavan, sum fer fram í øllum londum í heiminum, sigur Georg Rasmussen, rakstrarstjóri á Posta.
Politi kannar seg sjálvt
Danska fólkatingið hevur samtykt, at en óheftur kærustovnur skal viðgera kærur um politiið í Danmark. Kærustovnurin tekur við á nýggjárinum og fær sæti í Århus. Samtyktin hjá fólkatinginum byggir á fleiri atfinningar ímóti, at politið kannar seg sjálvt. Hóast politiið í Føroyum er danskt, fer nýggi óhefti kærustovnurin ikki at verða galdandi fyri Føroyar eisini. Her fer politiið framvegis at kanna kærur um politiið.
Karen Marie Olesen, fúti sigur, at skal skipanin galda fyri Føroyar eisini, má tað koma eitt politiskt ynski úr Føroyum um tað.
***
Málskjúttarnir hjá Fólkaflokkinum eru Annika Olsen og Jacob Vestergaard, men tey verða ikki sett í fremstu røð. Men ongin liðskipari hevði sett Messi, Ronaldo og van Persie aftur í verjuna at spæla.
Óli Breckmann, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
Eg lærdi, at vit hava ikki demokrati í Føroyum. Hinvegin lærdi eg, at tað er greitt samband millum pengar og tinggáttina. Tað vóru tey vælhavandi, lýsingafyritøkurnar, miðlar og timburhandlar, sum vunnu, meðan demokratiið tapti.
Hergeir Staksberg, valevni til løgtingsvalið