Novak Djokovic í søgubøkurnar í Avstralia

Hjá kvinnunum er ein nýggj stjørna á veg. Hon eitur Naomi Osaka

Novak Djokovic vann fyrrapartin í dag Australian Open tenniskappingina fyri sjeyndu ferð. Tað er met. Hann vann í trimum settum á spanska Rafael Nadal. Hja kvinnunum vann 21 ára gamla Naomi Osaka á Petra Kvitova.

 

Novak Djokovic vann sannførandi á Rafael Nadal á Rod Laver Arena leikvøllinum í Melbourne. Sett úrslitini vóru 6-3, 6-2 og 6-3. Serbiska heimsstjørnan hevur nú vunnið Australian Opm sjey ferðir og hetta er 15. ferð at hann vinnur eina Grand Slam. Í samlaðu støðuni rennur hann tó framveigs eftir kappingarneytunum Rafael Nadal (17) og Roger Federer (20).

 

Hjá kvinnunum er ein nýggja stjørna á veg. Japanska Naomi Osaka vann sína aðru Grand Slam, tá hon í gjár vann á Petra Kvitova. Sett úrslitini vóru 7-6, 5-7 og 6-4. Naomi Osaka vann í fjør US Open.