Tað var ein fáorðaður Johan Dahl, sum in.fo fekk orðið á í kvøld.
Vit vildu hava at vita, hvørjar viðmerkingar Johan Dahl hevði til skrivið frá umboðsmanninum hjá størsta privata partaeigaranum í Atlantic Airways, sum førir fram, at Johan Dahl brýtur viðtøkurnar hjá Atlantic Airways og ásetingarnar hjá felagnum um góðan leiðslusið.
- Eg havi absolutt onga viðmerking til tað, sum Adrian Noskwith skrivar. Eg vil kalla hatta fyri spamm.
- Um tit hava nakrar fyrispurningar, so kunnu tit senda hesar til Vinnumálaráðið, og so fáa tit svar, er tað einasta, sum Johan Dahl vil siga um málið í kvøld.
Lesið eisini: Heldur ikki góðan leiðslusið
Lesið eisini: Johan Dahl virdi ikki egna samtykt