Norwich nýtt lið í Premier League

Við einum 1-0 sigri á Portsmouth í gjár, hevur Norwich vunnið sær eitt pláss í Premier League komandi kappingarár. Venjarin hjá teimum skoraði sítt einsamalla landsliðsmál móti Føroyum Stigatalvan sigur, at Queens Park Rangers og Norwich verða nýggj lið í Premier League komandi ár. Í Norwich fegnast tey um, at nú tá bara eitt umfar er eftir, at Norwich er fýra stig frammanfyri Cardiff á triðja plássi. Fyrsta og annað pláss geva beinleiðis uppflyting, meðan nummar 2, 3, 4, 5 og 6 skulu spæla um seinasta plássið.

 

Men á Loftus Road, har QPR heldur til, er støðan ikki heilt greið. Hóast liðið liggur fimm stig frammanfyri Norwich og níggju stig frammanfyri Cardiff, so er felagið ákært fyri at hava framt lógarbrot í samband við keyp av leikara. Hetta kann før við sær, at felagið fær frátikið sær stig um ákæran vísur seg at verða sonn.

 

Norwich var við tá Premier League fór av bakkastokki í 1992-93 og spældi í trý ár í bestu deildini. Teir vóru aftur at finna í Premier League í 2004-05, men flutti niður aftur árið eftir.

 

Venjari hjá Norwich er Paul Lambert, sum í síni tíð spældi 40 landsdystir fyri Skotland. Hann skoraði eitt mál og tað kom á Svangaskarið móti Føroyum, tá hann minkaði um munin til 2-1, eftir at John Petersen hevði lagt Føroyar á odda 2-0 í fyrra hálvleiki. Tann dysturin endaði tíverri og óuppiborið við javnleiki og spurningurin er um Paul Lambert minnist málið við gleði ella ikki.