Norwegian kemur neyvan

- Vit hava hugt eftir Føroyum, men í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir at flúgva uppá Føroyar, sigur Bjørn Kjos, stjóri í Norwegian.


Í longri tíð hava gitingar verið frammi um, at stóra, norska lágprísflogfelagið Norwegian hevur ætlanir um at flúgva uppá Føroyar.

Sosialurin hitti stjóran og eigaran, Bjørn Kjos, á ferðavinnustevnu í Stockholm. Hann tók ímóti heiðursløn sum ársins ”Nydanare,” umframt at hann hevði upplegg um Norwegian framtíðarætlanirnar hjá felagnum.

Bjørn Kjos er ivasamur um Føroyar sum framtíðar marknað fyri Norwegian.

- Fólk frá Norwegian hava hugt uppá Føroyar sum eina møguliga destinatión, men ivasamt er, um vit byrja at flúgva, tí umstøðurnar eru so truplar, sigur Bjørn Kjos, tá Sosialurin fær orðið á hann.

Stjórin og eigarin í stóra felagnum sær eitt sindur bilsin út. Roknar ikki við at fáa spurningar um Føroyar.


Forðingar

Bjørn Kjos er sjálvur gamal flogskipari, og hann byrjar at tosa um innflúgvingina til Vága Floghavn.

- Innflúgvingin er trupul fyri flogskiparar, sum ikki eru vanir at flúgva har. Og hartil mugu flogførini vera serliga útgjørd til føroyaflúgvingina, sigur Bjørn Kjos.

Men er tað bara inflúgvingin sum ger, at tit ivast?

– Nei, tað at tað av og á ikki ber til at lenda fyri veður ger eisini sítt til, at vit ivast, sigur Bjørn Kjos.

Men kann eg so skriva, at Norwegian fer ikki at flúgva uppá Føroyar?

– Nei, nei, nei sig ikki tað. Never say never, svarar Bjørn Kjos flennandi.


Rósar Atlantsflog

Bjørn Kjos fylgir sum vera man við í, hvat rørist í vinnuni. Og stjórin og eigarin kennir eisini føroyska flogfelagið.

- Tit hava jú eitt fantastiska gott felag í Atlantic Airways. Eg havi tosað við stjóran hjá teimum um, hvussu tey arbeiða, sigur Bjørn Kjos og sipar til Magna Arge.


Spenna seg út

Norwegian hevur stórar ætlanir fyri framman. Um nakrar mánaðir byrjar flogfelagið nýggja farleiðir til New York og Bangkok. Flogið verður bæði úr Oslo og Stockholm.

Men, í løtuni er sera ivasamt, um lítlu Føroyar eru við í framtíðarætlanunum hjá stóra flogfelagnum.



FAKTA um Norwegian

Stovnað: 1993

Eigari: Stjórin Bjørn Kjos eigur størsta partin. Felagið er skrásett á keypsskálanum í Oslo

Flogfør: 66

Rutur higartil: 313

Eyðkenni: Kendir norskir persónar eru málaðir á flogfari.