Norwegian-flogfar noyddist at trygdarlenda

- Eg skilji væl, at hendingin kundi kennast sum ein dramatisk uppliving fyri ferðafólkini, sigur samskiftisráðgevin hjá Norwegian

Í dag noyddist eitt Norwegian-flogfar, sum var á veg úr London til Gøteborg, at trygdarlenda á Stansted-flogvøllinum í London.

 

- Orsøkin var ein feilur í øðrum motorinum, váttar samskiftisráðgevin í Norwegian, Eivind Hammer Myhre, í samrøðu við norska Dagbladet.

 

Hann sigur, at flogfarið lendi uttan trupulleikar, men hann sigur seg væl skilja, at hendingin kundi kennast sum ein dramatisk uppliving fyri ferðafólkini.

 

- Ferðafólkini fara at fáa upplýsingar beinleiðis frá okkum um ferðina víðari, sigur samskiftisráðgevin við Dagbladet.

 

Sambært AviationSource vórðu eini neyðboð send út stutt eftir, at flogfarið hjá Norwegian var farið á flog úr Stansted.