Norwegian - ein modernaður víkingur

Ongin veit nakað við vissu, men okkurt bendir á, at Atlantic Airways fer at fáa ein kappingarneyta um ikki so langa tið. Skjótt vaksandi norska flogfelagið Norwegian er tað, sum nógv tippa er á veg til Føroya.

Nú tá flogvøllurin er longdur til 1799 metrar, eru Føroyar opnari enn nakrantíð fyri at onnur flogfeløg skulu koma hendanvegin. Nógv kjak hevur verið síðstu tíðina um ferðaseðlaprísin, og meðan tað gerst bíligari at flúgva alla aðrastani, stendur prísurin so at siga í stað í Føroyum.

Hetta ger, at nógv ynskja at kappingin økist í luftini.

Ì greinum seinastu tíðina hevur graml verði um at, Norwegian ætlar sær til Føroya. Seinast var tað Sosialurin, sum kundi siga frá, at heimasíðan www.norwegian.fo nú er skrásett.

Men hvat er Norwegian fyri felag, og hvat kunnu føroyingar vænta av hesum felagnum?


Ungt flogfelag

Nowegian er eitt ungt felag, tað varð grundað 1993, og meðan nógv flogfeløg eru givin, hevur Norwegian verið dugnaligt og tikið yvir teirra rutir. Nøkur av hesum eru Busy Bee, FlyNordic og Sterling.

Norwegian er eitt sokallað lákostnaðarflogfelag og verður ofta samanborið við Ryanair og Easyjet. Príslepin á einum Norwegian-ferðaseðli er tó ikki líka lágur sum hjá til dømis Ryanair, men oftani væl bíligari enn hjá kappingarneytanum SAS.

Umborð hjá Norwegian er onki ókeypis, matur og drykkivørur eru til keyps og nøgdin av viðføri er avmarkað.

Í Norra hevur Norwegian 45 prosent av samlaða flogmarknaðinum. Høvuðsskrivstovan er á Fornebu í Oslo. Stjórin Bjørn Kjos er størsti eigarin í felagnum, sum annars er á virðisbrævamarknaðinum í Oslo.



Seinastu árini er flogfelagið nógv vaksið í Norðanlondum. Meðan onnur feløg eru farin á heysin, er Norwegian farið undir nýggjar farleiðir og hevur í skrivandi løtu heilar 261 rutur og 59 egin flogfør. Fleiri charterfeløg leiga eisini teirra flogfør.

Tey, sum ikki dáma Norwegian eru oftani tey, ið eru von við tænastuna, ein fær umborð á til dømis SAS. Tænastustøðið er lægri hjá teimum sokallaðu lágprísfeløgunum. Tey ferðandi gjalda ein bíligan penga og verða flutt frá A til B, og tað er tað. Tíðin, tá flogternan ballaði teg við einum teppi og gav tær ein sjuss, er farin.

Fíggjarstøðan hjá Norwegian hevur eisini verið betri enn hjá flestu øðrum feløgum í Norðurevropa, og tað er óivað tí, at felagið nú hevur ein tann nýggjasta flotan av flogførum og var fyrst í Norðanlondum at bjóða kundunum ókeypis internet umborð.

Fyri føroyingar, sum bara eru vanir við Atlantic Airways, verður tað óivað eitt sindur løgið at flúgva við Norwegian. Men vónandi verður ferðaseðilin so nógv bíligari, at tað er í lagi, at sjussurin ikki er ókeypis umborð.


Norwegian hevði verið eitt gott felag at fingið til Føroya, spurningurin er bara, um vit eru nóg nógv og nóg óð at ferðast fyri at klára krøvini, slík feløg seta til nýggjar marknaðir.



Fakta

Navn: Norwegian

Stovnað: 1993

Eigari: Stjórin Bjørn Kjos eigur størsta partin. Er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo

Flogfør: 59

Farleiðir higartil: 261

Eyðkenni: Kendir norskir persónar eru málaðir á flogfarið