North Atlantic Provider fór so logandi á heysin

Fyrrverandi nevndin í P/f North Atlantic Provider ynskir við hesum at vísa á hví Suni á Salbø varð koyrdur úr starvi, sum stjóri felagsins. Felagið er nevniliga farið í konkurs og tí er nevndin eisini farin frá.

Felagið varð stovnað 25. september 1998. Suni legði fram eina fíggjarætlan, sum segði at okt.-des. skuldi geva eitt lítið hall, men inntøkurnar skuldu longu byrja í januar. Útreiðslurnar hildu nøkunlunda í okt.-des. Tað sum hendi í januar, var at útreiðslurnar vuksu nógv, ímeðan eingin inntøka kom - uttan negativt MVG. Nevndin tosaði saman og eisini við stjóran. Men útreiðslurnar bara vuksu og eingin inntøka kom. Hin 12. februar gav nevndin stjóranum boð um at steðga øllum útreiðslum felagsins. Um arbeiðast skuldi víðari, máttu inntøkur koma fyrst. Men ongar inntøkur komu, og stjórin helt fram, sum um einki var hent. Tá ið hann so bað nevndina syrgja fyri at løn hansara varð flutt, gjørdi nevndin upp. Allur partapeningurin uppá 600.000 krónur var brúktur upp eftir bert 5 mánaðum; eingin inntøka var komin og felagið átti ikki pengar at gjalda rokningar fyri.

Felagið varð koyrt so logandi á heysin. Tí varð Suni á Dalbø, hin 1. mars, burturvístur. Ein burturvísing skal skiljast sum grovt brot móti felagnum, og gevur rætt til at afturhalda løn. Tað var bara spell at sakførari okkara ikki møtti hin 1. juni til stevningina frá Suna móti felagnum. Men Suni vann einki fyri tað, tí felagið er koyrt konkurs.


Vegna fyrrverandi nevndina í N.A.P.

Heðin Poulsen, formaður