Norskur toskur fær almennan sølustuðul

Næsta ár fara vinnan og norski staturin at brúka 15 milliónir krónur eyka til at marknaðarføra norskan tosk í útlondum. Pengarnir skulu brúkast á teimum marknaðunum, har norskur toskur er væl fyri, men nakað skal eisini brúkast til at økja eftirspurningin á nýggjum marknaðum, skrivar NTB.

Lisbeth Berg-Hansen, fiskimálaráðharri (myndin), er fegin um, at fiskimálaráðið kana vera við í einum tílíkum marknaðarátaki.

-Málið hjá stjórnini er, at Noreg skal vera á odda, tá tað snýr seg um fisk og aðrar matvørur úr sjónum, og tí er fiskimálaráðið við í einum samtaki, sum hevur til endamáls at økja eftirspurningin eftir norskum toski í 2013, sigur ráðharrin.

Í samtakinum, sum fíggjar søluátakið næsta ár, eru fiskimálaráðið, Norges Råfisklag, Norges sjømatråd og Romsdal Fiskesalslag.