Norskur tjóðdagur hátíðarhildin í Føroyum

Í morgin 17. mai fara føroyingar og norðmenn í Føroyum at hátíðarhalda norska tjóðardagin. Hátíðarhaldið verður í Sjónleikarhúsinum í Havn. Byrjað verður kl. 17, tá Hanus G. Johansen fer at syngja vísur eftir Jakob Sande frá fløguni »Frå leddiken«, sum hevur fingið sera góð ummæli í Noregi. Aftaná verða pylsur og sodavatn til børnini, meðan tey vaksnu fáa ein drekkamunn og køkur.

Skipað verður fyri onkrum spæli fyri børnini uttanfyri, um veðrið verður til vildar.

Tað er Føroyskt Norskt Felag, sum skipar fyri tiltakinum, ið kostar 100 krónur fyri vaksin, men er ókeypis fyri børnini. Øll eru vælkomin, siga fyrireikararnir.