Norskur sangevangelistur vitjar

Komandi vikuskiftið, 24.-26. juni, verðåa sangmøtir við norska sangevangelistinum Irene Krokeide Alnes. Tiltøk vera bæði í Klaksvík og á Toftum.
Irene er óivað best kend saman við Marit Stokken. Tær hava sungið saman síðani 1974 og hava givið hópin av fløgum um út. Tær eru víða kendar í Norra, har tær ferðast nógv sum sangevangelistar. Har eru tær kendar sum “Marit og Irene”.
Tær hava eisini eina heimasíðu sum eitur: www.maritogirene.com. Har ber til at lesa um tær og hoyra brot úr teirra sangum.
Í 1980 vóru tær í Føroyum og vitjaðu. Tá sungu tær á landsstevnuni hjá sjómanskvinnuringunum í Føroyum, sum tá var hildin í Runavík.
Ætlanin var, at Marit skuldi vera við á føroyavitjaninni nú, men vegna sjúku í familjuni, hevur hon givið avboð.
Ístaðin fara Niels og Fríðbjørg Hammer at syngja saman við Irenu. Niels og Irena kennast frá bíbliuskúla í Norra og sungu nógv saman tá.

Skráin fyri sangmøtini er hendan:
Fríggjadagin 24. juni kl.20.00 í KFUM&K í Klaksvík
Leygardagin 25. juni kl.20.00 í Tabor á Toftum
Sunnudagin 26. juni kl.18.00 í Tabor á Toftum.
Sunnudagin fer Taborkórið eisini at syngja á møtinum.