Orsakað av russiska innflutningsforboðnum ímóti vørum úr Norra, mátti norski meiarírisin, Tine, geva burtur fleiri tons av osti, ið var ætlaður russiska marknaðinum.
Eitt nú hava felagsskapir í Norra, sum Frelsunarherurin og Blái Krossur, fingið ágóðan av, at øll tonsini av Snøfrisk-osti, sum Tine hevði á goymslu, blivu givin burtur.
– Tey, sum høvdu mest brúk fyri vørunum, fingu tær, sigur Veronika Skagestad, kunningarstjóri hjá Tine.
Osturin, talan er um, var framleiddur í juli mánaði og var merktur á russiskum, men sleppur altso ikki á russiska marknaðin, sum nú er. Talan er um tilsamans 56.000 smá íløt við osti.
Undan russiska innflutningsforboðnum, ið rakar ES, USA, Norra, Australia og Kanada, innfluttu russar um árið umleið 100 tons av Snøfrisk-osti frá Tine.










