Trond Giske, næstformaður í norska Arbeiðaraflokkinum, leggur nú endaliga frá sær eftir skuldseting um plágan og kynsligan ágang.
Hann boðar samstundis frá, at hann eisini leggur frá sær sum framsøgurmaður í fíggjarmálum hjá flokkinum.
Tað skrivar hann á Facebook.
Trond Giske hevur verið lagdur undir kynsligan ágang, og skuldsetingarnar koma frá fleiri kvinnuligum floksfeløgum.
Fyri jól varð hann sjúkrameldaður eftir skuldsetingarnar, og stutt eftir jól boðaði floksformaðurin, Jonas Gahr Støre í einum tíðindaskrivi frá, at Trond Giske var bráðfeingis loystur úr starvi í óvissa tíð.
Bráðfeingis, sum Trond Giske nú sjálvur ger varandi.
– Sum støðan er vorðin, eri eg saman við míni nærmastu familju komin til ta niðurstøðu, at hetta má vera endaligt. Eg seti eisini sessin sum framsøgumaður í fíggjarmálum hjá Arbeiðaraflokkinum tøkan, eftir sum tað er ynskið frá tingbólkinum í Stórtinginum, skrivar Trond Giske.
Les eisini: Næstformaður lagdur undir kynsligan ágang
Jonas Gahr Støre og Kjersti Stensegn, floksskrivari, eru konnað um avgerðina.
Averðin um at taka seg aftur kemur, tí »trýstið er vorðið ov stórt fyri Trond Giska og famlju hansara.
Trond Giske hevur fyrr biðið um umbering fyri, at hann hevur uppført seg átaluvert á fleiri økjum. Millum annað í valdsviðurskiftum og í sosialum samanhangum við nógv alkoholi.
Í skrivi sínum á Facebook sigur hann tó eisini, at hansara frágreiðing í málinum enn ikki er komin fram.
– Eg gleði meg at sleppa at siga mína útgávu av málinum. Støðan hjá mær sum sjúkrameldaður hevur gjørt tað næstan ógjørligt at luttaka. Eg fari at svara teimum spurningum, sum verða settir, og afturvísa tí, sum eg haldi er skeivt, skrivar hann.
Ákærurnar ímóti Trond Giske hava skapt eina kreppu í norska Arbeiðaraflokkinum.
Floksleiðslan hevur hildið eykafund um málið.
Har sat leiðslan á fundi í næstan fimm tímar, men kom ongan veg. Eingin avgerð varð tikin um, hvørt Trond Giske skuldi koyrast úr sessinum, sum hann bráðfeingis varð loystur frá.
Jonas Gahr Støre segði eftir fundin, at flokkurin nú skal gjøgnumganga málið ordiliga og hyggja nærri upp á ákærurnar.
/ritzau/NTB