NSÍ hevur nú gjørt avtalu við norska miðverjan Kevin Jablinski, sum skal vera partur av hópinum hjá NSÍ fyri 2025.
Kevin kemur til Føroyar í januar mánaða og verður sostatt við, tá allir mans byrja aftur í nýggja árinum.
– Norski miðverjin skal verða við til at at styrkja okkum verjupartin, samstundis sum hann kann verða við til byggja spælið upp við sínum góða spæliskili, siga tey úr NSÍ á heimasíðu síni.
Kevin hevur umboðað lið bæði í næstubestu og triðbestu deildunum í Norra og Svøríki. Eisini var hann eitt skifti í Føroyum, har hann spældi við 07 Vestur.
Á nsi.fo sendir Kevin hesa jólaheilsanina til NSÍ fjepparar:
"Hei kjære NSI supportere! Jeg ser veldig frem til og spille forran dere, ta nye steg med klubben og jobbe steinhardt for at vi skal nå våre mål sammen, og I år får vi et godt hold som vi skal sette sammen. God jul, ta vare på hverandre, så sees vi når det smeller i Januar allerede! Koyr a NSÍ"











