Norskur jubil: Hvør er Zlatan?

Soleiðis ýlir ein norskur fótbóltsviðmerkjari, tá Phillipe Mexes í gjár skoraði við einum saksasparki fyri AC Milan.

 

Tað fór heimin runt, tá svenska heimsstjørnan, Zlatan Ibrahimovic, saksasparkaði bóltin í málið móti Onglandi fyri viku síðan. Í gjár gjørdi franski miðverjin hjá AC Milan, Phillipe Mexes, honum kunstin eftir.

 

Í dysti móti Anterlecht temur hann bóltin við bringuni, og uttanfyri brotsteigin saksasparkar hann bóltin í málið.

 

Tað er í sendingini FX Europa á norsku TV2 rásini, at norski fótbóltsviðmerkjarin, Kasper Wikestad, blívur frá sær sjálvum, tá Phillip Mexes skorar.

 

Sendingin hevur ikki rættindini til at vísa dystirnar, og tí sita fleiri viðmerkjarar og hyggja í hvør sín skíggja, og greiða frá dystargongdini í teimum ymisku dystunum. Tað hoyrist greitt, at hann ger grin burturúr grannunum úr Svøríki, við at endurtaka orðini hjá svenska frásøgumanninum tá Zlatan skoraði.

 

Tað er svenska Aftonbladet, sum hevur gjørt eina grein um hendingina, og hevur eitt sjónbanda brot frá hendingini, sum kann síggjast við at trýsta her. HER

 

Bæði málini kunnu síggjast á heimasíðuni hjá norska Dagbladet við at trýsta við at trýsta HER