Norskur grunnur er nú størsti partaeigari í Bakkafrost

Nú eru Oddvør og Regin Jacobsen ikki longur størstu partaeigarar í P/F Bakkafrost, hóast tey eiga partabrøv fyri slakar tríggjar milliardir norskar krónur í part.

Nú er norski Folketrygdfondet størsti partaeigari við 5.095.627 partabrøvum, sum er ein ognarpartur upp á 8,74 prosent. Virðið á hesum ognarparti er 3.209.615.010 norskar krónur, altso góðar 3,2 milliardir norskar krónur. Ella slakar 2,4 milliardir krónur í okkara pengum.

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, er enn sum áður næststørsti partaeigari, tí hann er farin fram um mammuna Oddvør Jacobsen. Regin eigur nú 7,92 prosent av partapeninginum, meðan Oddvør eigur 7,88 prosent.

Broytingin í partabrøvunum er farin fram, eftir at Bakkafrost teknaði nýggjan partapening í sambandi við keypið av skotska alifelagnum, The Scottish Salmon Company PLC.

Virðið á partabrøvunum hjá Regini Jacobsen er við dagsins kursi 2.908.014.480 norskar krónur, sum er 2,15 milliardir danskar krónur. Parturin hjá Oddvør Jacobsen er verdur 2.894.495.310 krónur ella 2,14 milliardir danskar krónur. Tilsamans eiga Regin og Oddvør Jacobsen partabrøv í P/F Bakkafrost, sum í dag eru verd 5.802.509.790 norskar krónur ella 4,3 milliardir danskar krónur.

Sambært heimasíðuni hjá Bakkafrost eru hesi 20 størstu partaeigarar í Bakkafrost:

 

 

20 Largest Shareholders

 

Origin

No. of shares

Share

1

FOLKETRYGDFONDET

 

NOR

5,094,627

8.74%

2

JACOBSEN Johan Regin

 

FRO

4,615,896

7.92%

3

JACOBSEN Oddvør

 

FRO

4,594,437

7.88%

4

DOLFIN FINANCIAL (UK) LTD

 

USA

2,256,470

3.87%

5

Nordea Bank Abp

NOM 

DNK

1,807,418

3.10%

6

State Street Bank and Trust Comp

NOM 

USA

1,422,310

2.44%

7

The Bank of New York Mellon SA/NV

NOM 

BEL

1,006,277

1.73%

8

State Street Bank and Trust Comp

NOM 

USA

1,003,106

1.72%

9

State Street Bank and Trust Comp

NOM 

USA

913,142

1.57%

10

NN PARAPLUFONDS 1 N.V.

 

BEL

866,618

1.49%

11

State Street Bank and Trust Comp

NOM 

USA

857,274

1.47%

12

JPMorgan Chase Bank, N.A., London

NOM 

GBR

829,224

1.42%

13

JPMorgan Chase Bank, N.A., London

NOM 

GBR

809,623

1.39%

14

NN(L) Global Sustainable Equity

 

LUX

772,673

1.33%

15

JPMorgan Chase Bank, N.A., London

NOM 

GBR

753,055

1.29%

16

CLEARSTREAM BANKING S.A.

NOM

LUX

719,156

1.23%

17

RBC INVESTOR SERVICES TRUST

NOM 

GBR

664,309

1.14%

18

HANDELSBANKEN NORDEN SELEKTIV

 

GBR

651,514

1.12%

19

State Street Bank and Trust Comp

NOM

USA

591,393

1.01%

20

SWEDBANK ROBUR SMABOLAGSFOND

 

GBR

578,671

0.99%

 

Total shares of the 20 largest shareholders

 

 

30,807,193

52.87%

 

 

 

 

 

 

 

Total number of outstanding share

 

 

58,273,244