Tað verður eisini okkurt fyri børnini, tá í Nordvesten verður hildin hesa vikuna. Nordvesten er mentanarstevna við luttøku úr Føroyum, Noregi og Íslandi, og tiltøk verða komandi dagarnar í Klaksvík og í Fuglafirði.
Ein sjónleikarbólkur úr býnum Tynset í Nord-Østerdalen í Noregi kemur til Føroya at framføra ein leik.
Talan er um Narnia, sum byggir á bók hjá C.S. Lewis. Leikurin er egnaður til børn úr fimm ára aldrinum.
Í sjónleikarbólkinum eru 19 børn og ung, og harafturat spæla nøkur vaksin smærri leiklutir.
Søgan í leikinum byrjar á einum stórum urtagarði, har fýra børn koma finna saman í eini summarfrítíð. Ein løgin professari eigur urtagarðin, og hann hevur eina stranga húshjálp.
Børnini enda av tilvild í einum rúmi, har tað bara stendur eitt skáp. Hetta skáp vísir seg inngongdin til Narnia.
Í Narnia hitta børnini øll hugsandi ævintýrskapningar, som tó líða undir valdinum hjá óndari gívur. Hon syrgir fyri, at tað altí er vetur, men ongantíð jól í Narnia. Onkur hevur spátt, at fýra børn fara at bjarga landinum, og tí er gívurin á varðhaldi.
Lise Eskedal og Gerd Svenfors har været instruktører af skuespillet.
Leikurin verður at síggja í Atlantis hósdagin kl. 17.00.
Ætlanin var eisini, at leikurin skuldi verða í Fuglafirði, men hetta verður tíverri av ongum.