Norsku kvinnurnar vunnu HM

Hondbóltur: Tær norsku genturnar kláraðu akkurát at trýsta seg fram um Frankaríki í finaluni sunnudagin, men tað var ikki meiri enn so. Í Noregi er gleðin stór, men í Danmark eru tey vónbrotin av tapinum í kvartfinaluni

Noreg er heimsmeistari í kvinnuhondbólti.

Men tað skuldu fýra ískoytishálvleikir til áðrenn norsku genturnar hvødu fingið lagt franska liðið afturum seg við minst møguligu margin.

Noreg vann nevniliga dystin við bara einum máli, og tað má vera langt síðani, at ein HM-kapping er avgjørd við einum sovorðnum »gysara«.

Noreg vann dystin 25-24 eftir at hava verið aftanfyri 10-8 við hálvleik.

Kortini var tað lítið sum bar á tað borðið, at teir 11.200 áskoðararnir (nýtt heimsmet!), sum vóru í Håkons-hallen í Lillehammer, skuldu fáa nakað at gleðast um.

Noreg fekk ikki glið á spælið, og Kjersti Grini og málaverjin Cecilie Leganger spældu illa í byrjanini.

Í hinum endanum var málverjin hjá fransmonnum ein »sprellimaður« og hon fekk fatur á øllum sum var.

Tað var tí ikki fyrr enn eftir steðgin, at norsku genturnar fóru at bíta frá sær, og tað var ikki fyrr enn í allarseinasta minutti, at júst Kjersti Grini tryggjaði Noreg fyrsta umdystin,

Hann var kortini ikki nóg mikið, tí tað stóð enn á jøvnum. Síðani varð enn ein umdystur leiktur, og tá gekk betur. Noreg endaði frammanfyri, men bara við tí eina málinum, sum kortini var nóg mikið.

Og so kundu teir himmalsfegnu norsku leikararnir fegnast um HM-heitið, sum longu var tilskrivað teimum undan HM-kappingini.


Danir snávaðu

Tað var nevniliga so, at tey allarflestu høvdu mett, at Noreg fór at vinna, men sum kappingin leið, og tær m. a. taptu móti Hálandi, broyttust vónirnar, og tey meira svartskygdu sluppu framat at siga, at Noreg gjørdist ikki heimsmeistari hesaferð.

Danir harafturímóti, kláraðu seg væl í byrjanini av kappingini, men sum við so mongum hevur tað týdning at hava mótstøðuna við tá mett verður um hvussu gongst. Hjá dønum var mótstøðan lítil, og í grundini kom ótryggleikin ikki til sjóndar fyrr enn í fjórða dystinum, tá tær hittu eitt av sterkaru liðunum.

Men sum tey flestu okkara minnast, so taptu danir fjórðingsfinaludystin móti Frankaríki, sum annars hevur verið eitt meira óskrivað blað í kvinnuhondbóltshøpi.

Noreg kláraði at finna aftur á beint í næsta dystinum, og hóast spælararnir kanska heldur hava barst seg til finaluna, so eydnaðist tað teimum - við hepni sjálvsagt - at koma hagar.

Og við sigrinum sunnudagin kunnu norsku genturnar kalla seg bæði evropameistarar og heimsmeistarar.

Nú manglar bara OL, og tað verður sum kunnugt næsta ár, og vinnur Noreg ta kappingina eisini, so hava teir gjørt dønum »kunstin eftir«, og tað hevði dámt norðmonnum!


Eysturtíki á

triðjaplássi

Dysturin um triðjaplássi gjørdist eisini ein spennandi dystur.

Eysturríki og Rumenia dystaðust, og skiftust um at vera frammanfyri, men tá til stykkis kom, var úrslitið at Eysturríki vann og fekk bronsumerki.

Í dystinum um fimta og sætta pláss fingu danir enn ein frammaná, tí tær taptu ruddiliga fyri Ungarn, sum vann heili 35-27.

Við ósigrinum sunnudagin kunnu danir fara heimaftur at sleikja sárini eftir eina HM-kapping, sum ikki gekk eftir ætlan, men, sum kortini gekk, sum ein kundi vænta.

Fleiri av royndastu leikarum dana vóru ikki við í kappingini hesaferð, og serliga væl sást trupulleikin á báðum vongplássunum, har Annette Hoffmann og Janne Kolling vanliga húsast.

Hetta var eftir øllum at døma ov dyggur smeitur fyri unga danska liðið, sum sunnudagin gav HM-trúnuna yvir til grannalandið Noreg.


Frankaríki spennandi

Tað er eingin ivi um, at norðmenn eru stakfegnir, og líka lítil ivi er um, at danir eru sera vónbrotnir um, bert at gerast nummar seks.

Saman við norðmonnum fegnast fransar, sum móti øllum metingum spældu seg í finaluna.

Eingin hevði væntað, at fronsku kvinnurnar skuldu fara at klára seg bara á leið so væl, sum tær gjørdu, og sjálvt ikki donsku genturnar, sum annars høvdu fingið eina »brasilska ávaring« undan fjórðingsfinaluni móti Fraklandi fangaðu boðini.

Frakland er vorðið eitt sterkt lið, og tað vístu tær eisini í finaluni sunnudagin. Men tað var bara ikki nóg mikið. Norska liðið var ov sterkt og vann kappignina. Kortini eru fransar serstakliga fegnir um annaðplássi, tí sum teir siga, so vísir tað, at franskur kvinnuhondbóltur er á veg at vera á sama altjóða støði sum manshondbólturin, og tað er ikki illa, tí manslandslið teirra er gott.