Norsku kvinnurnar smurdu Ungarn av

Norsku hondbóltskvinnurnar vístu í gjárkvøldið, hví liðið er ein av favorittunum til at vinna heimsmeistarakappingina

Norsku hondbóltskvinnurnar vístu í gjárkvøldið, hví liðið er ein av favorittunum til at vinna heimsmeistarakappingina.

 

Noreg er altíð millum favorittarnar, tá spælt verður HM, EM ella OL í kvinnuhondbólti.

 

HM í Týsklandi í hesum døgum er einki undantak. Í gjár spældi Noreg fyrsta dystin, og vann liðið trygt 30-22 á Ungarn í bólki B.

 

Dysturin var í veruleikanum longu avgjørdur eftir 18 minuttir, tá tað stóð 13-5 til Noreg eftir fyrsta dystin, og í hálvleikinum søtðan 21-11.

 

Sjálvt um Ungarn kláraði seg eitt sindur betur eftir steðgin, so var tað ikki nóg mikið at fáa fatur í tryggju norsku leiðsluni.

 

Umframt Noreg og Ungarn eru Tjekkia, Pólland, Svøríki og Argentina í bólki B.

 

Pólland vann 33-30 á Svøríki, og Tjekkia vann 28-22 á Argentina.

 

Í bólki A vann Spania 28-24 á Angola. Fyrr um kvøldið eydnaðist Slovenia at vinna 24-23 á Frankaríki í sama bólki.

 

/ritzau/