Hercules flogfarið skuldi lenda í Kiruna í Svøríki klokkan 13.30 (føroyska tíð), men hálvan tíma eftir, at tað var farið á flog úr Evenes í Noregi, misti flogtornið sambandið við flogfarið.
Tað skrivar VG.Nett.
Neyðsignal skal verða hoyrt frá Kebnekaise fjallaøkinum í Svøríki, men tað avsannar talskvinnan fyri norska herin, Marianne Øiehals.
- Vit hava sett inn alt mannskap, vit hava, at leita, men higartil hevur tað verið uttan úrslit. Vit hava ongan farveg sæð til flogfarið, síðani tað hvarv, sigur Ivar Moen, majorur við Forsvarets Operative Hovedkvarter.
Hann váttar, at manningin, sum telur fimm, er norsk, og at flogfarið er eitt av fýra C-130J Hercules frá 135 Luftving í Gardermoen. Flogførini eru lutfalsliga nýtt, og vórðu latin norska flogvápninum frá 2008 og fram til í fjør.
- Vit eru í ferð við at boða teimum avvarðandi frá, sigur majorurin sum váttar, at flogfarið mest sannlíkt er dottið niður.
Klokkan 17. 30 føroyska tíð vistu tey framvegis einki um flogfarið at siga.










