Norskt ferðamannaskip kemur til Eiðis

17. mai kemur eitt ferðamannaskip til Eiðis. 

Talan er um skipið MS Spitsbergen, ið hoyrir til felagið Hurtigruten.


MS Spitsbergen fer at liggja á Eiði frá morgunstundini til seint á kvøldi.


MS Spitsbergen er bygt í 2009 og umbygt í 2016, tað er góðar 100 metur langt.
Ferjan tekur upp til 335 ferðafólk, um ferðast er innanlands í Norra, men á millumlanda sigling, tekur ferjan 243 ferðafólk.