Norskt felag vil hava Mikkjal

KÍ er í vanda fyri at missa venjaran til komandi kappingarár

KÍ venjarin, Mikkjal Thomassen, sum hesi seinastu tvey árini hevur flutt KÍ eitt risa fet tann rætta vegin í føroyskum fótbólti, er nú ein umbiðin maður uttanlands. 

 

Keldur hjá Miðlahúsinum vita, at eitt rímuliga stórt felag í Noregi nú vil hava fatur á KÍ venjaranum.

 

In.fo hevur tí verið í sambandi við Annfinn Gaard, sum er umboðsmaður hjá Mikkjali Thomassen, og spurt um søguna. Hann váttar fyri Miðlahúsinum at hann hevur móttikið eitt tilboð frá norskum felagið sum vil hava føroyska venjaran.

 

-       Ja, eg kann vátta at eg havi móttikið eitt tilboð frá einum felagið sum vil hava Mikkjal til venjara. Eg kann ikki siga enn hvat fyri felag talan er um, men eg kann siga at felagið antin spælir í bestu ella næstbestu norsku deildini.

 

In.fo hevur eisini royn at sett seg í samband við Mikkjal Thomassen, sum í løtuni er staddur uttanlands. Tað hevur ikki eydnast at fingið nakra viðmerking frá honum.

 

Annfinn Gaard sigur at enda, at hann vónandi fær sagt meira í komandi viku.

 

Tað er tó heilt greitt, at skal norska felagið hava fatur í Mikkjali Thomassen sum venjara, verður tað ikki heilt ókeypis. Mikjal Thomassen longdi nýligani sín sáttmála við KÍ, soleiðis at hann er galdandi næstu trý kappingarárini.