Norskir ummælarar eru fullkomiliga tiknir á bóli av skaldsøguni Ó, sum verður kallað eitt meistaraverk, devulsett góð og ein norðuratlants »Ulyssus» Herfyri kom skaldsøgan Ó eftir Carl Jóhan Jensen út í norskari týðing, og norskir ummælarar tykjast ikki vera í iva. Talan er um onki minni enn eitt skaldsligt bragd av teimum heilt stóru.
Á avísini Dagens Næringsliv samanber ummælarin, Bjørn Gabrielsen, Carl Jóhan Jensen við ongan minni enn heimsskaldið James Joyce og kallar Ó eitt slag av norðuratlants »Ulyssus«.
Eisini á Aftenposten hálovar ummælarin Terje Stemland frálíka handverkinum og hugaheiminum hjá »meistaranum«, sum við sínum blandi av dreymasjónum, mytum og sagnum hevur skapað eitt føroyskt tjóðarepos.
Eitt føroyskt Kalevala av magiskari realismu, sigur ummælarin á Dag og Tid, Odd W. Surén, sum leggur afturat, at tað mest originala við Ó er málið.
- Sum frá líður, lesur tú bókina mest fyri málsligu upplivingina, sum er einastandandi og bara verður betri, leggur Surén afturat.
Sambært ummælaranum er norska útgávan eitt týðarabragd, sum týðarin Lars Moa átti at fingið eina virðisløn fyri.










