Norskir línubátar undir Føroyum


 

Átta norskir línubátar royna í løtuni undir Føroyum. Teir royna fyri tað mesta sunnanfyri, suður móti bretska markinum og so eisini vestur av Føroya Banka. Hetta er besta tíð hjá norsku línubátunum undir Føroyum, og teir royna altíð at vera klárir til fiskiskap longu 1. januar.

Ein norskur línubátur, sum roynir vestanfyri misti ein bjargingarbát í morgun. Teir boðaðu myndugleikunum frá, tí hesin kundi vera til ampa fyri siglandi skip.